Vit vilja hava fleiri føroyskar bólkar til Akureyrar.
Tað sigur Haukur Tryggvason, sum hevur stjórnað spælistaðinum Græni Hatturin í 21 ár.
- Føroyingar hava framført her áður. Til dømis hava Eivør og Deiggj framført her, sigur Haukur, sum sera fegin vil fáa fleiri føroyskar bólkar og einstaklingar at framføra í Græna Hattinum.
- Fríggjakvøldið spældu Blátt Gras í Græna Hattinum. Hetta var eitt brak av eini konsert, sum vit við gleði fara at minnast aftur á, sigur Haukur.
Hann leggur afturat, at føroyskur tónleikur er sera væl móttikin av fólkinum á Akureyri.
Haukur hevur verið í Føroyum tvær ferðir og vónar at koma skjótt aftur til Føroya.
Orð og myndir: Jákup Bech Jensen
Les eisini: Blátt Gras kendu seg vælkomnar á Akureyri
Les eisini: Blátt mátti geva tíggju eykaløg
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald