Uttanlands

Forsætisráðharrin í Libanon vil leggja trýst á Ísrael

Tørvur er á vápnahvíld alt fyri eitt, sigur Najib Mikati, sum heitir á altjóða samfelagið um at leggja trýst á Ísrael fyri at steðga álopini á Libanon

Najib Mikati, forsætisráðharri í LIbanon á vitjan hjá franska forsetanum Emmanuel Macron í París í vár (Mynd: EPA)

Najib Mikati, forsætisráðharri í LIbanon á vitjan hjá franska forsetanum Emmanuel Macron í París í vár (Mynd: EPA)

2024-10-06 15:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Najib Mikati, forsætisráðharri í Libanon vil hava altjóða samfelagið at leggja trýst á Ísrael fyri at steðga umfatandi álopini móti málum í landinum og fáa eina avtalu um vápnahvíld.

Sambært libanesisku tíðindastovuni NNA hevur Ísrael í nátt og í morgun framt yvir 30 loftálop á forstaðir til høvuðsstaðin Beirut. Einki er upplýst um deyð ella særd.

Í sunnara parti av Libanon halda álopini eisini fram, og har hava eru í minsta lagi 24 deyð og 93 særd. Hvussu nógv av hesum eru sivilfólk, og hvussu nógv eru limir í Hizbollah-rørslni er ikki upplýst.

Yvir 1200 fólk hava latið lív í ísraelskum álopum á Libanon seinastu tvær vikurnar. Ísrael sigur, at álopini eru rættað móti málum hjá Hizbollah, sum seinasta árið hevur skotið nógvar rakettir yvir norðara part av Ísrael.

Franski forsetin Emmanuel Macron fær eisini rós frá Mikati, eftir at hann er komin við áheitan um at steðga veiting av vápnum til Ísrael, sum verða brúkt í Gaza, og finst hann at ísraelska forsætisráðharranum, sum kallar áheitanina hjá Macron fyri "skomm".

Sambært Mikati er tað ikki óvæntað, at Netanyahu finst at Macron fyri hansara útsagnir, og eru atfinningarnar hjá Netanyahu prógv um, at "franska støðan er tann rætta".

Les eisini: Macron: Skulu finna eina politiska loysn


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder