Uttanlands

Macron: Skulu finna eina politiska loysn

Franski forsetin kemur við áheitan um at steðga veiting av vápnum, sum verða brúkt í Gaza – Stór skomm, sigur ísraelski forsætisráðharrin

Franski forsetin, Emmanuel Macron (Mynd: EPA)

Franski forsetin, Emmanuel Macron (Mynd: EPA)

2024-10-06 11:56 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Franski forsetin, Emmanuel Macron kemur við áheitan um at steðga veiting av vápnum, sum verða brúkt av Ísrael í Gaza.

Stríðið í Miðeystri skal loysast politiskt, heldur hann.

– Eg meini, at raðfestingin í dag eigur av vera at venda aftur til eina politiska loysn, og at veitingar av vápnum, sum verða brúkt til at stríðast í Gaza, skal steðgast, sigur hann við fronsku útvarpsrásina France Inter og leggur afturat, at "Frakland ikki veitir nøkur av vápnunum".

Sambært tølum hjá franska verjumálaráðnum hevur Ísrael ikki fingið nógv vápn úr Fraklandi, men í fjør lat Frakland eitt nú vápn fyri 30 milliardir evrur, góðar 220 milliónir krónur.

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu sigur, at útsøgnin hjá Macron er stór skomm, og fer Ísrael at vinna við ella uttan stuðul úr Fraklandi.

Macron sigur, at hann er stúrin um stríðið í Gaza, og eigur mann at gera eina semju um vápnahvíld. Libanon má heldur ikki gerast eitt nýtt Gaza, sigur hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder