Franska satirublaðið Charlie Hebdo hevur skapt øsing við einari tekning av bretsku drotningini Elizabeth II og hertogafrúuni Meghan.
Tekningin, sum sæst á permuni á blaðnum ímyndar drotningina, sum trýstir knæið niður á hálsin á Meghan, júst sum ein løgreglumaður gjørdi við George Floyd í amerikanska býnum Minneapolis í fjør.
Hendan forsíðan kemur í kjalarvørrinum á einari samrøðu, sum Meghan og maður hennara, Harry prinsur gjørdu við Oprah Winfrey.
Les eisini: Meghan: Eg var ov bláoygd
Í samrøðuni, sum varð víst í sjónvarpinum fyri viku síðani, greiddi parið frá, hví tey valdu at gevast sum ein aktivur partur av bretska kongshúsinum.
Á forsíðuni á Charlie Hebdo stendur: "Hví bakkaði Meghan – tí eg ikki longur fekk andað".
(Mynd: Charlie Hebdo/Twitter)
Hesin teksturin sipar til seinastu orðini hjá George Floyd, ein littur maður, sum kvaldist, tá ein hvítur løgreglumaður trýsti knæið niður á hálsin á honum undir einari handtøku.
Les eisini: Familjan hjá George Floyd fær 168 milliónir í endurgjaldi
Charlie Hebdo gjørdist heimskent, tá 11 persónar vórðu skotnir til deyðis undir einum álopi á redaktiónina hjá blaðnum í París. Hetta hendi, eftir at Charlie Hebdo hevði almannakunngjørt nakrar umstríddar tekningar av profetinum Muhammed.
Sambært Ritzau verður Charlie Hebdo roknað sum eitt týðandi tekin um eitt land, sum ikki er bundið av átrúnaðarligum forskriftum. Onnur halda tó, at Charlie Hebdo er eitt provokerandi blað, sum ikki hevur fyrilit við teimum trupulleikum, sum kúgaðir bólkar stríðast við.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald