2020-03-04 10:25
Mikukvøldið 4. mars kl. 20 verður aftur føstuguðstænasta í Hoyvíkar kirkju. Inga Poulsen Dam, sóknarprestur í Vágum, prædikar og Tórshavnar manskór syngur. Eftir guðstænastuna verður boðið niður í kirkjukjallaran til kirkjukaffi.
Hesir sálmar vera sungnir undir guðstænastuni: 624 og 605 fyri prædiku og 738 og 687 eftir prædiku.
Tvær tær fyrstu føstuguðstænasturnar í ár eru í Hoyvíkar kirkju. Síðani verða tvær í Havnar kirkju og tvær í Vesturkirkjuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald