Mentan

Føstukonsert í Hoyvíkar kirkju

Leygardagin 25. mars hevur kórið Tarira konsert í Hoyvíkar kirkju – Bernharður Wilkinson stjórnar

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-03-22 08:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygardagin 25. mars 2023 kl. 19 hevur Tarira konsert í Hoyvíkar kirkju.

Á konsertini fer kórið at syngja verk eftir Thomas Tallis, Orlando Gibbons, Henry Purcell, Hans Leo Hassler, Tomás Luis de Victoria, Arvo Pärt, Carlo Gesualdo og James Macmillan.

Tvey verk eftir William Byrd eru eisini á skránni, nú tað í ár eru 400 ár liðin, síðani enska tónaskaldið doyði. Umframt hetta, syngur kórið eitt verk eftir amerikanska tónaskaldinum við dansktklingandi navninum Morten Lauridsen, sum fyrr í ár fylti 80.

Øll verkini hóska seg sera væl til føstuna og páskirnar. Bernharður Wilkinson stjórnar.

Konsertin er ókeypis. Tó ber til at stuðla kórinum við at lata pening í eina krukku í forkirkjuni.

Earth hour 2023 er hetta kvøldið og tí verður ljósið dempað undir konsertini og at enda sløkt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder