Innanlands

Fosturtøka og lønir til løgtingsfólk á breddanum seinnapartin

Dagsins tingfundur byrjar klokkan 10 við munnligum fyrispurningum. Nógv er á skránni - 2. viðgerð av eldfimum málum vera nakað seinni í dag

Jenis av Rana er formaður Miðfloksins, sum harðliga er ímóti at loyva fosturtøku upp til 12. viku. Til 1. viðgerð var heitt kjak - meðan málið hevur verið í nevnd eru ymiskar broytingar framdar. Miðflokkurin hevur eisini sett eitt annað uppskot fram (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jenis av Rana er formaður Miðfloksins, sum harðliga er ímóti at loyva fosturtøku upp til 12. viku. Til 1. viðgerð var heitt kjak - meðan málið hevur verið í nevnd eru ymiskar broytingar framdar. Miðflokkurin hevur eisini sett eitt annað uppskot fram (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-05-15 07:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað verður helst ein langur og hendingaríkur dagur í Løgtinginum hendan mikudagin 15. mai. Samanlagt eru 13 ting á dagsskránni.

Øll dagsskráin sæst her

Tvey mál verða viðgjørd í einum. Talan er um LM 107 og LM 108. Hesi snúgva seg um samsýning og eftirløn til løgtingsfólk og landsstýrisfólk. Tað hevur skapt nakað av ónøgd, at tilmæli snýr seg um, at tingmannalønin skal eitt fitt petti upp - upp ímóti 7.000 krónum. Tað er heldur ikki full semja um hetta í grein 25 nevndini, men tað stendur greitt í álitinum, at skipnanin hevur tørv á at verða dagførd.

Ein dagføring og grundleggjandi broyting í fosturtøkulógini stendur eisini fyri framman. Ætlanin er frí forsturtøka fram til 12. viku. Hetta hevur nógv og heitt kjak staðist av.

Síðani 1. viðgerð, sum tók langa tíð, er eitt broytingaruppskot komið. Nú tað kemur úr Rættarnevndini stendur greitt, at heilsustarvsfólk kunnu sleppa undan at vera við at fremja fosturtøkur "av etiskum ávum". Miðflokkurin hevur eisini sett uppskot fram: Uppskot til løgtingslóg um at verja ófødda barnið

Talan er um aðru viðgerðir - tað vil siga, at einki verður endaligt samtykt í dag. Hesar verða framdar einaferð út á seinnapartin. Tá er millum annað eisini onnur viðgerð av uppskotinum um at hækka fíggjarkarmin til at byggja kampus.

Tingfundurin stendur at byrja klokkan 10. Tá eru ófráboðaðir fyrispurningar á skránni, og hetta kann avgjørt eisini gerast áhugavert.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder