Mentan

Fotoframsýning letur upp í Víngarðinum leygardagin

Talan er um eina myndarøð í átjan pørtum hjá roynda fotolistamanninum Inga Joensen

2023-02-01 10:21 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygardagin 4. februar klokkan 15-17 letur ein forvitnislig framsýning upp í Víngarðinum við verkum hjá roynda fotolistamanninum Inga Joensen. Talan er um eina myndarøð í átjan pørtum, sum er sett saman við støði í framsýningarstaðnum, greiðir listamaðurin frá.

Honum dámar mótsetningin millum tað pinkalítla garasjukenda høli og so tað Miðalhavskenda huglagið í franska vín- og matstaðnum mitt í Havn. Av hesum er hann komin í tankar um at ferðast:

- Eg minnist hesa myndina, eg tók av konuni í Prag, tá vit ferðaðust har. Hon er komin úr baðnum og situr og hyggur út gjøgnum vindeygað. Myndin hevur sama huglag sum í einum gomlum málningi. Tá eg so havi valt eina fólkamynd at vera við í framsýningini, leggur tað eina linju og eitt krav um, at fleiri myndir við fólki mugu við eins og og ferðatemaið - hetta blandað við minimalistiskar landslagsmyndir.

[object Object]

Fram um alt eru hesar myndir grafiskar, merktar av horisontalum og vertikalum linjum, ið skilmarka myndarúm og kompositión. Ofta kyknar eitt tómrúm millum myndaliðirnar, har áskoðarin hevur møguleika fyri sjálv/ur at leggja sína egnu hugsan í tað, mann sær; millum tær dekorativt staðsettu gæsnar og dúnmjúka skýggið uppi yvir teimum er til dømis pláss til onkran hugfarsligan, kanska enntá skemtiligan tanka.

Hetta sama hendir millum hjólið og tær hangandi fiskagreipurnar uppiyvir í miðgrundini í einari mynd, men bara inntil tú gerst varug við sjálvar fjalarnar í vegginum í bakgrundini – tá er tað eins og hetta tilfarið trínur fram og gerst sjálvur kjarnin í myndini.

Gevur tú tær tíð at hyggja, er tað eins og tílíkir smáir støkkir og undantøk geva rúm fyri umhugsan nógvastaðni – t.d í teirri einu myndini yviri við strond, haðan vit síggja ikoniska útsýnið yvir á Nólsoynna oman fyri eitt stik í forgrundini við trimum pelum, harav tann í miðjuni er brotnaður og hetta lítla frávikið í einum at síggja til regluføstum myndbygnaði, tendrar í upplivingina av myndini, sum kann tulkast allar møguligar vegir. 

Vernissage verður í Víngarðinum á Tróndargøtu 31 leygardagin 4. februar. Framsýningin heldur fram til 25. mars.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder