Innanlands

15. juni verður sóttarhaldið tikið burtur

Tá fer eisini at bera til at ferðast frítt millum Føroyar og Ísland - Føroyar lata meira upp mótvegis umheiminum, og nýggjar fyrivarnisreglur verða settar í verk.

2020-05-29 11:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Løgmaður hevur júst boðað frá, at 15. juni broytast viðurskifti viðvíkjandi ferðsluni til Føroyar grundleggjandi.

Fram til 15. juni verður 14-dagar sóttarhald framvegis galdandi. Eftir hetta verður tað burtur. Ístaðin verða nýggjar fyrivarnisreglur settar í verk. Hesar verða fráboðaðar so skjótt, sum tær eru ordliga skipaðar. Hetta fer millum annað at innibera fleiri kanningar í samband við ferðing.

Frá 15. juni verður møguligt at ferðast frítt millum Føroyar og Ísland (uttan sóttarhald), og meira ferð verður sett á ferðsluna í ríkisfelagsskapinum.

Bárður á Steig Nielsen gjørdi greitt, at hetta skal hanga saman við støðuni rundanum okkum, og at varsemi skal vísast.

Orsøkin til at latið verður meira upp fyri ferðing er, at tamarhald er á smittutrýstinum í grannalondunum, og at tað bøtur um støðuna hjá ferðavinnuni, ið er hart rakt. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder