Frændur verður at hoyra á G! festivalinum í Syðrugøtu komandi summar.
Tað boða fyriskiparar av festivalinum frá í morgun:
– Fáur hevur skrivað so nógvan fólkakæran tónleik, ið av sonnum má kallast fólkaogn, sum hesin bólkurin úr Klaksvík. 80'ini, Dupult song, Eros, Føroyar, Til tey stressaðu eru bert nökur kend lög úr stóru rúgvuni.
– Óansæð um tú skrivar 1998 ella 2025, ber enn sum áður til, at ganga tær ein túr eftir Dalslandsgade og hoyra fólk í veitsluhýri, við kassagittara millum sín, syngja hesi løg, so ljómurin floymir úr vindeygunum og oman á gøturnar niðri á Oyrasundskollegiinum. Eins og eingin veitsla fer framvið her heima, uttan at trivið verður í eitt ella fleiri av hesum løgum til felagssang.
– Sangskatturin er ómetaliga stórur, og savnandi megin er vøkur. Og tað er júst tað vit nú gleða okkum til, at Frændur kemur at framføra á Gøtusandi, og vit øll fara at savnast at lurta, og ikki minst, at syngja við til løgini vit øll kenna.
G! Festivalurin verður 16. til 18. juli 2016.
Frændur er næsta navnið úr komandi skránni, sum fyriskiparar av G! kunngera. Frammanundan er greitt, at bretski IRAH fer at framføra.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald