Innanlands

Fráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur

Professarin og fyrrverandi rektarin fer frá, men verður framhaldandi knýtt at Fróðskaparsetrinum sum adjungeraður professari

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-11-25 17:27 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fríggjadagin klokkan 15 verður alment fráfaringarhald í Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn fyri Maluni Marnersdóttur, professara á Fróðskaparsetri Føroya. 

Malan hevur í mong ár verið ein ímynd av Fróðskaparsetrinum og føroyskari hugvísindaligari gransking. Hon varð sett í starv sum bókmentafrøðingur á Føroyamálsdeildini 1. august 1983. Áðrenn hon kom á Fróðskaparsetrið, hevði hon eitt skifti undirvíst á Føroya studentskúla- og HF-skeiði í Hoydølum og verið lektari í donskum og føroyskum á Johann-Wolfgang-Goethe universitetinum í Frankfurt. 

Malan var fyrsti bókmentafrøðingur á Føroyamálsdeildini. Frammanundan vóru tveir málfrøðingar og ein fólkalívsfrøðingur í starvi umframt hjálpar- og skrivstovufólk. Í fleiri umførum hevur Malan røkt leiðslustørv á Fróðskaparsetrinum, m.a. sum deildarleiðari og dekanur. Í seks ár, frá 1998 til 2004, var hon rektari. Harumframt hevur Malan sitið í mongum ráðum og nevndum. Øll árini hevur hon verið virkin luttakari í almennum orðaskifti um bókmentir, list og mentanarligar spurningar.

Malan hevur íðin umboðað føroyskar bókmentir og føroyska gransking á ráðstevnum uttanlands og í samstørvum við útlendskar granskarar. Áhugin fyri javnstøðuspurningum og kynjagransking sást í fyrstu útgávum hennara í seinnu helvt av 1980-árunum. Í 1985 kom bókin út Kvinnurøddir. Kvinnur í almenna kjakinum 1890-1902 og í 1989 Konurák. Ár 2000 vardi Malan doktararitgerðina Hvør av øðrum. Samanseting, frásøgn og millumtekstleiki í skaldsøgum eftir 1970 á universitetinum í Århus. Í 2004 varð hon tilnevnd professari í bókmentum á Fróðskaparsetrinum. Malan hevur skrivað eina røð av vísindaligum greinum um føroyskar bókmentir í Føroyum og uttanlands. Millum høvuðsáhugamál hennara sum granskari hava umframt kynjagransking verið postkolonialisma og millumtekstleiki.

Nú Malan fer úr starvi, verður hon knýtt at Fróðskaparsetrinum sum adjungeraður professari.  

Á fráfaringarhaldinum verða stuttar fakligar framløgur, røður og sangur.

Eftir at dekanurin á Føroyamálsdeildini hevur bjóðað vælkomin og rektarin borið fram røðu, verða stuttar framløgur à 10 minuttir:

  • Lív Maria Róadóttir Jæger: Hvagar er føroyskur skaldskapur um at fara?
  • Helena Lamhauge-Mortensen: Hvussu má Føroysk bókmentasøga halda fram frá bindi 3?
  • Runa Preeti Ísfeld: Hvussu hava hugsanirnar um postkolonialismu sett dám á føroyska søgu(skriving)?
  • Nils Ohrt: Kyn í føroyskari portrettlist, Ruth Smith og Ingálvur av Reyni
  • Malan Marnersdóttir: Setursstýrið fyrr, nú og kanska í framtíðini.

Kata stendur fyri tónleikinum og høvi er hjá gestum at bera fram heilsanir. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder