Franski forsætisráðharrin, Jean Castex sigur, sambært Reuters, at stjórnin má bera skjótt at fyri at basa eini deyðiligari nýggjari bylgju av koronasmittu, nú smittan av álvara er byrjað at gera um seg í landinum aftur – serliga í høvuðsstaðarøkinum og millum ung fólk.
Seinastu smittutølini í Fraklandi, sum vórðu kunngjørd í gjár vístu, at 5.429 fólk høvdu fingið staðfest smittuna seinsta samdøgrið. Talan var um hægsta talið síðan apríl.
Samlaða talið á skrásettum tilburður er 253.587, og samlaða talið á andlátum er 30.544.
Koppingarevni møguliga klárt í vetur
Eitt koronakoppingarevni kundi verið klárt í endanum av 2020 ella einaferð fyrst í 2021, sigur franski heilsumálaráðharrin, Olivier Véran.
Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur annars boðað frá, at tey í Russlandi longu hava ment eitt koppingarevni móti korona, men fleiri, harímilum Olivier Véran, ivast í góðskuni á hesum evninum.
– Mær nýtist ikki at líta á hetta russiska koppingarevnið, sigur hann sambært Politico, nú Frakland er partur av ES-avtaluni við AstraZeneca, sum skal tryggja koppingarevni til 400 mió. ES-borgarar.
Eisini Danmark er partur av avtaluni, og hevur Danmark harvið eisini tryggjað koppingarevni til Føroyar og Grønland.
Enn ber ikki til at siga, um tað ber til at hava eitt koppingarevni klárt nú í vetur, men Chris Whitty, farsóttarfrøðingur, ið eisini er landslækni í Onglandi, segði í farnu viku, at hann helt hetta vera ósannlíkt.
Les eisini: Helst einki koppingarevni fyrr enn næsta vetur
–––
Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.
Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.
Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald