Chris Whitty, farsóttarfrøðingur, ið er landslækni í Onglandi og leiðari fyri National Institute for Health Research sigur, at eitt koppingarevni móti korona helst ikki verður tøkt fyrr enn næsta vetur.
– Sjálvandi hevði eg verið glaður, um koppingarevnið kom fyrr, men eg hevði verið sera bilsin, um eitt munagott koppingarevni varð klárt til nýtslu hjá einum stórum parti av fólkinum áðrenn síðst í vetur næsta ár, sigur hann við miðilin The Telegraph.
– Eg haldi líkindini eru góð fyri, at vit kunnu hava eitt koppingarevni klárt einaferð áðrenn veturin næsta ár – tað vil siga í endanum av 2021 og byrjanuni av 2022.
Sostatt er hann eitt sindur meira svartskygdur enn bretska stjórnin, sum hevur boðað frá, at vónin er at fáa eitt koppingarevni klárt miðskeiðis í 2021.
Bretska stjórnin hevur annars sett nógvan pening í menning av einum koppingarevni, og granskarar á Oxford University eru komnir væl áleiðis saman við fyritøkuni AstraZeneca. Sambært Jyllands-Posten verður koppingarevnið í løtuni roynt á fólk.
Fyrr í hesum mánaðinum gjørdi ES-kommisjónin eina avtalu um at keypa 400 mió. skamtar av júst hesum evninum, sum verður ment av AstraZeneca og Oxford University. Danmark, og harvið eisini Føroyar og Grønland, fáa ein part av koppingarevninum.
Hóast sagt verður, at vit ikki skulu vænta okkum eitt koppingarevni fyrr enn næsta ár, hevur russiski forsetin, Vladimir Putin longu boðað frá, at Russland hevur ment eitt munagott koppingarevni móti korona.
Fyri tveimum vikum síðani boðaði russiski forsetin frá, at koppingarevnið, ið hevur fingið navnið Sputnik V, væntandi fór at verða klárt síðst í august.
Tó eru fleiri lond, umframt ES og Heimsheilsustovnurin, WHO, sum ivast í góðskuni á hesum koppingarevninum, m.a. tí at tað bert varð roynt á 76 fólk. Putin vil tó vera við, at koppingarevnið er trygt, og at ein av døtrum hansara enntá longu er vorðin koppsett.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald