Uttanlands

Frakland: Túsundatals fólk mótmæltu koronapass

Kravið um koronapass fyri at sleppa inn á eitt nú matstovur, venjingarmiðstøðir, og biografar ger seg inn á frælsið hjá borgarunum, halda mótmælisfólkini – 237.000 fólk mótmæltu í fronskum stórbýum leygardagin

17.000 mótmælisfólk vóru á gøtunum í París í gjár (Mynd: EPA)

17.000 mótmælisfólk vóru á gøtunum í París í gjár (Mynd: EPA)

2021-08-08 12:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár fóru túsundatals fraklendingar – fjórða vikuskiftið á rað – út á gøturnar at mótmæla koronapassið, sum stjórnin hjá Emmanuel Macron hevur sett í verk.

Frá mánadegnum skulu fraklandingar vísa eitt sonevnt koronapass fyri at sleppa inn á matstovur, kaffistovur, venjingarmiðstøðir, bussar, tok og onnur støð. Tey skulu sostatt prógva, at tey annaðhvørt eru liðugt koppsett, vísa á negativt kanningarúrslit, ella prógva, at tey nýligani eru vorðin frísk eftir at hava havt koronu.

Mótmæli vóru í høvuðsstaðnum, París, og í fleiri øðrum stórbýum sum Nice, Lyon og Montpellier.

Mett verður, at tilsamans 237.000 fólk møttu upp til mótmælini leygardagin. Tað er eitt munandi hægri tal enn undanfarnu vikuskiftini. Farna vikuskifti var talið 204.000, og vikuskiftið áðrenn tað var talan um í minsta lagi 160.000 fólk.

17.000 mótmælisfólk møttu upp í París leygardagin, og millum 10.000 og 20.000 mótmælisfólk vóru í Nice.

[object Object]

Nógv av mótmælisfólkunum eru ikki neyðturviliga ímóti koppsetingini, men tey halda, at nýggja kravið um koronapass ger seg inn á frælsið hjá borgarunum. Eitt av slagorðunum í París var "nei til einaræði".

Franska stjórnin vónar annars, at nýggju reglurnar kunnu eggja fleiri fraklendingar til at lata seg koppseta.

Fríggjadagin kom Macron við enn einari áheitan til fólkið um at lata seg koppseta.

– Tað snýr seg um at vera ein góður samborgari, segði hann sambært Ritzau.

– Okkara frælsi er einki vert, um vit smitta vinir, grannar ella ommur og abbar. At hava frælsi er eisini at hava ábyrgd.

Fyribils er kravið um koronapass galdandi til 15. november.

Kravið um koronapass hevur longu verið krav á søvnum, í biografum, og sjónleikarhúsum síðan 21. juli, men hósdagin varð avgerð tikin um at víðkaskipanina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder