![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Nú fólk eru send heim at arbeiða og øll ferðing uttanlands er avlýst, er stórur tørvur á at halda videofundir, sigur Sigmund P. Mikkelsen, stjóri í Framskák/, sum millum annað selur videofundir og KT loysnir.
- Vit hava veitt videofundir til føroysku vinnuna síðani 2014 og eftirspurningurin hevur ongantíð verið so stórur sum nú.
- Vit hava omanfyri 40 fyrtøkur og stovnar, sum brúka videofundir í dag og hesar hava nú tørv á videofundum, har starvsfólk kunnu fundast, har tey eru og uttan mun til, hvørja tøkni mótparturin hevur, heima ella á skrivstovuni.
Meira KT-útgerð verður eisini seld til endamálið í løtuni.
- Jaliga árinið av hesum rákinum er, at fólk vera gjørd varug við hendan møguleikan og við framtíðini í huga, fara at brúka hendan møguleikan at samskifta og harvið ikki ferðast so nógv á fundir. Tað er samstundis gott fyri okkara umhvørvi og minkar um Co2 útlátið, sigur Sigmund P. Mikkelsen, stjóri í Framskák/ at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald