Í sambandi við, at Framskák í gjár læt upp í nýggjum hølum, varð móttøka fyri viðskiftafólki í nýggju stásiligu hølunum hjá fyritøkuni. Í sambandi við flytingina, hevur Framskák fingið eitt snotiligt framvísingarhøli, sum sýnir fram nýggjastu tøknina.
- Framskák er ein fyritøka, sum bæði veitir skíggjar, fundartøkni, teldur og tilhoyr, og tí var tað upplagt hjá okkum at gera framvísingarhøli, nú vit fluttu í okkurt størri, sigur Sigmund Mikkelsen, stjóri.
Starvsfólkini í Framskák er eitt samansett toymi av KT-tøkningum, sølufólki og starvsfólkum sum arbeiða við marknaðarførslu, og í framvísingarhølunum er nú møguligt at vísa fram allar tær vørur og tænastur, fyritøkan bjóðar.
- Framskák fyllir skjótt 10 ár, og hetta er fyrstu ferð, at vit hava framvísingarhøli, har vit sýna fram okkara vørur. Hetta fegnast vit um, og tí eru vit eisini sera glað fyri, at so nógv viðskiftafólk løgdu leiðina framvið í dag at fegnast saman við okkum, sigur Sigmund Mikkelsen, sum á myndini sæst saman við Heðin Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu, sum er ein av viðskiftafólkunum hjá Framskák.
Tað var møtt fjølment upp til móttøkuna hjá Framskák í dag, og møguleiki var at síggja snildar fundarloysnir og royna spildurnýggjar funkur, sum starvsfólkahópurin í Framskák hevur ment til marknaðarførslu av vørum hjá viðskiftafólki sínum. Ein av gestunum var eigarin av bygninginum, sum nýtti høvið at siga nøkur orð um søguliga bygningin, sum Framskák húsast í.
- Forfedrar mínir keyptu hendan bygningin fyri 2000 krónur fyri meira enn hundrað árum síðani, og síðani hevur familjan varðveitt bygningin. Ynskið hevur allatíðina verið, at lata kreativitetin blóma í hesum bygninginum, og hetta vit síggja í dag, er av sonnum talgildur kreativitetur. Við hesum tekur Framskák bygningin og kreativitetin við inn í nýggja talgildu tíðina - og takk fyri tað, segði hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald