Serliga amerikanska sendifólkið, Steve Witkoff boðaði í gjárkvøldið frá stórum framstigum í samráðingunum millum USA og Ukraina í týska høvuðsstaðnum Berlin.
Við samráðingarborðið sótu m.a. ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, Witkoff, og Jared Kushner, sum er versonur amerikanska forsetan, Donald Trump.
Partarnir fundaðust í fimm tímar um m.a. amerikanska uppskotið til friðarætlan, sum varð sent russum og ukrainum síðst í november.
Í uppskotinum vóru fleiri ásetingar sum Ukraina ikki kundi góðtaka, og eitt dagført uppskot varð orðað undir samráðingunum í Sveis, og síðani hava samráðingarnar hildið fram.
Samráðingarnar halda fram í dag, skrivar Ritzau.
Ukrainski forsetin fer ikki at viðmerkja samráðingarnar, fyrr enn fundurin í dag er av, sigur ráðgevi hansara, Dmytro Lytvyn.
Eitt av krøvunum í uppskotinum til friðarætlan, sum Ukraina higarti Ikki hevur viljað góðtaka, var, at Ukraina ongantíð skal gerast partur av verjusamgonguni Nato.
Undan fundinum í gjár segði Zelenskyj tó, at hann var sinnaður at droppa ukrainsku ætlanirnar um Nato-limaskap afturfyri verjutrygd frá Vesturheiminum líkt grein 5 hjá Nato um at binda seg til at verja onnur lond í samgonguni, um tey verða álopin.
Slík verjutrygd, sum eigur at vera løgfrøðiliga bindandi, hevur møguleika fyri at forða fyri einari nýggjari russiskari innrás, segði hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald