Mentan

Framsýning um føroysk klæðir á Tjóðsavninum

Á ólavsøku verður høvi at vitja serliga støkkframsýning um føroysk klæðir

Mynd: Tjóðsavnið

Mynd: Tjóðsavnið

2019-07-26 10:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Handilin og seymistovan Marjun Heimá leitar sær mangan íblástur til føroysku klæðini frá gomlum myndum og pløggum á goymsluni hjá Tjóðsavninum. Á støkkframsýningini “Føroysk klæðir – gamalt verður nýtt?” verða dømi um hetta at síggja. Støkkframsýningin vísur á fjølbroytni í okkara føroysku klæðum – nú og tá.

Soleiðis skrivar Tjóðsavnið á heimasíðuna.

Umframt støkkframsýningina er serframsýningin “Merkið 100 ár” eisini at síggja. Serframsýningin hátíðarheldur, at Merkið gjørdist 100 ár í ár, og vísur á, hvussu føroyska fólkið hevur tikið ímóti tjóðarmerkinum.

Soleiðis er opið á Tjóðsavninum í Brekkutúni og útisavninum í Hoyvík um ólavsøkuna:

27/7 kl. 10-17

28/7 kl. 10-17

29/7 kl. 10-17

30/7 kl. 10-17

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder