Mentan

Framsýning um seyð og siðbundið handverk

Tvær nýggjar framsýningar á Tjóðsavninum lata upp fríggjadagin

(Mynd: Tjóðsavnið)

(Mynd: Tjóðsavnið)

2023-04-12 21:01 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fríggjadagin lata upp tvær nýggjar fastar framsýningar upp í framsýningarhølunum hjá Tjóðsavninum í Brekkutúni í Hoyvík.

Talan er um eina framsýning um seyð og ull og eina um føroysk klæði og siðbundið handverk.

Arbeitt hevur verið eina tíð við hesum framsýningum, og møguleiki hevur verið fyri at sæð ávegis arbeiðið, men nú eru framsýningarnar lidnar, og fríggjadagin verða hesar alment tiknar í nýtslu.

Upplatingartiltakið verður klokkan 15, tá Rannvá Winkler, savnsvørður bjóðar vælkomin.

Síðan fer Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús, fornfrøðingur, Ph.d., at hava eina framløgu um, hvussu ull og arbeiðið við ull sæst aftur í fornfrøðini í Føroyum.

Aftan á fer Kristina Djurhuus Christiansen, fólkalívsfrøðingur, at hava eina framløgu um føroysk klæði og livandi mentan.

Tiltakið er alment og ókeypis, og Tjóðsavnið bjóðar ein drekkamunn. 

[object Object]
(Mynd: Tjóðsavnið)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder