2023-02-23 20:22
Í morgin, fríggjadagin 24. februar, klokkan 16 letur framsýning upp við nýggjum verkum hjá finsku listakvinnuni Anna Seppälä í Steinprenti.
Tær eru framúrskarandi vakrar myndirnar hjá Onnu, m.a. ein kensluborin sjálvsmynd við rósum, sum er ein vatnlitsmynd. Á framsýningini eru eisini tusjtekningar og myndir, sum eru gjørdar við blandaðum tøkni - stílurin er eyðkendur fyri listakvinnuna, ekspressivur, litríkur og surrealistiskur.
Myndevnið er ofta persónligt og eksistentielt. Í einari undurvakrari mynd sæst ein urtapottur í stórari stødd við føgrum sólgulum, reyðum og violettum blómum, ið minna um brestandi rakettir á nýggjárinum. Uppiyvir síggjast tríggjar smáar flúgvandi verur, ið nærkast blómunum og geva hugasamband við mytologi og søgnina um Ikaros, ið fleyg ov tætt at sólini samstundis sum hesir figurarnir eru í modernaðum klæðum og í sólbrillum. Tað mytologiska hómast eisini aðrastaðni í myndaverðini hjá Onnu Seppälä har mann kemur í tankar um til dømis Zeus og Narcissus.
Urtapottar, blómur og vøkstur eru á nógvum myndum, sum ofta eru litfagrar og ekspressivar, men eisini heimkærar við denti á heimalív og menniskjaligar relatiónir.
Anna Seppälä hevur verið partur av føroyska listaumhvørvinum í 25 ár og hevur framsýnt saman við øðrum og sjálv nógvar ferðir. Ofta í Steinprenti, har hon hevur gjørt fleiri góð prent og okkurt nýtt prent er í gerð.
Anna Seppälä hevur verið partur av føroyska listaumhvørvinum í 25 ár og hevur framsýnt saman við øðrum og sjálv nógvar ferðir. Ofta í Steinprenti, har hon hevur gjørt fleiri góð prent og okkurt nýtt prent er í gerð.
Tað eru fimm ár síðani, Anna vitjaði Steinprent seinast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald