Innanlands

Framvegis bakteriur í vatninum í Havn - ikki óvanligt fyri árstíðina

Tórshavnar Kommuna upplýsir, at kókitilmælið stendur við í Tórshavn, Hoyvík, Hvítanesi og parti av Argjum. Reinsverkini megna ikki at reinsa vatnið í nøktandi mun

2019-09-05 11:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu tíðini er tað fleiri ferðir komið fyri, at kommunurnar kring landið heita á sínar borgarar um at kóka vatnið. Í gjár varð kunngjørt, at vatnið í Havn skal kókast, tí bakteriur vóru staðfestar

Hetta er als ikki óvanligt seint á sumri/tíðliga á heysti. Tá økist bakteriutalið í “rávatninum”; óviðgjørdum ella óreinsaðum vatni.

Tórshavnar Kommuna skrivar, at tað nógva regnið, sum ofta er hesa árstíð, dregur skarn frá fugli og seyði oman í áir og byrgingar, og vatnreinsiverkini megna ikki altíð at reinsa vatnið nøktandi. Hetta er í løtuni galdandi fyri vatnverkini í Havnardali og Villingadali.

Tórshavnar kommuna tekur vatnroyndir áleið aðru viku, ið vanligt er. Nú verða kanningar gjørdar, UV-anlegg eftirhugd, vatnleiningar útskolaðar og nýggjar royndir tiknar. Sambært kommunui er í hesum førum talan er um smáar nøgdir av bakterium, sum vanliga ikki ávirka frísk fólki. Tað eru serliga veik eldri fólk og pinkubørn, sum kunnu gerast sjúk. 

Tó verður heitt á allar borgarar um at framhaldandi kóka vatnið. Bert ein partur av Argjum er ikki ávirkaður. 

 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder