2020-05-07 11:15
Tað eru framvegis í alt 187 føroyingar, ið hava fingið staðfest korona-smittuna.
Hetta er greitt eftir tær 76 kanningarnar í gjár, og tað byggir á í alt 8317 kanningarúrslit.
Landslæknin upplýsir, at eingin tilburður varð staðfestur seinasta samdøgrið. Seinastu tilburðirnir vórðu staðfestir fyri tveimum vikum síðani.
Í løtuni eru 185 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest koronasmittuna. Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronasmittuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald