Innanlands

Framvegis fimm innløgd av koronu

712 nýggir koronu tilburðir vórðu staðfestir í gjár. 843 fólk gjørdust frísk aftur

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-02-10 16:21 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Koronutølini halda fram við at vera høg. 712 nýggir koronutilburðir vórðu staðfestir í teimum 1332 PCR-kanningunum, sum vórðu framdar í gjár.

843 fólk eru staðfest frísk aftur síðani seinastu dagføring, og talið á positivum í løtuni er tí komið niður á 4700 fólk. 131 fólk færri enn í gjár.

Fimm fólk eru framvegis innløgd í Sjúkrahúsverkinum av koronu. 14 aðrir sjúklingar hava fingið staðfest koronu, men eru innlagdir av aðrari orsøk.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder