Innanlands

Framvegis ikki fleiri staðfestir tilburðir av coronavirus

Allar royndirnar sum eru gjørdar um vikuskiftið eru negativar. Tey níggju sum eru í sóttarhaldi á Hotel Vágum sleppa út tvær ferðir um dagin

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-03-08 20:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Allar corona-royndirnar, ið hava verið gjørdar um vikuskiftið, eru negativar. Tað upplýsir Heilsumálaráðið í kvøld.

Sostatt er støðan óbroytt. Tveir føroyingar hava higartil fingið staðfest corona-virusið, meðan í alt 33 fólk eru avbyrgd.

Nógv tey flestu eru avbyrgd heima við hús, meðan níggu teirra halda til á Hotel Vágum.

Tey níggju fólkini á Hotel Vágum eru øll væl fyri, og hava javnan samband við Bjarna á Steig, yvirlækna, sum umboðar Heilsumálaráðið. Ein skipan er fingin í lag, har tey avbyrgdu sleppa út tvær ferðir um dagin, sigur Heilsumálaráðið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder