placeholder
Innanlands

Framvegis ongin smittaður í Føroyum

Ongin tilburður staðfestur á fyrsta degi eftir upplatingina

Heilsustarvsfólk til reiðar at koronakanna á flogvøllinum í gjár (Mynd: Jens Kr. Vang)

Heilsustarvsfólk til reiðar at koronakanna á flogvøllinum í gjár (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-06-16 11:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrsti dagurin eftir varðisligu upplatingina av landamørkunum elvdi ikki til nakran nýggjan koronatilburð í Føroyum.

Tað sigur Heilsimálaráðið í dagligu fráboðanini. Fráboðanin í dag var einki øðrvísi enn hon hevur verið nógvu undanfarnu vikurnar. Ongin sjúkur og ongin nýggjur tilburður av koronasmittuni.

160 kanningar vórðu gjørdar í gjár, so talið av kanningum er nú komið upp á 11.162.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder