Í juni 2017 kyknaði stórur eldur í Varðan Pelagic á Tvøroyri, og tað kravdi nógv at fáa tamarhald á eldin og eisini at byggja virkið uppaftur.
Tað eydnaðist at gera bæði, men rokningini fyri eldsløkkingina er framvegis ikki goldin.
Hon liggur í løtuni hjá Tvøroyar kommunu, ið ikki vil gjalda, tí talan er um eitt prinsippmál, og tí at talan var um so stóran eld, at talan var um tilbúgving, ið landið eigur at gjalda. Hetta skrivar Kringvarpið í morgun.
Landið vil hinvegin ikki gjalda. Grundgevningin er væntandi heimild.
Tað var báturin hjá Mest, Samson, ið var við til at sløkkja eldin. Fyri hetta arbeiði skal Mest hava 205.000 krónir. kvf.fo skrivar, at tað er óvist, hvør bað Samson koma at sløkkja, ella um hann møguliga fór av sínum eintingum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald