Innanlands

Framvegis tríggir tilburðir

388 koronukanningar vórðu gjørdar í gjár - eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár

Ein av teimum persónunum er smittaður við bretska koronufrábrigdinum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Ein av teimum persónunum er smittaður við bretska koronufrábrigdinum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-02-18 14:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nýggjastu tølini hjá Landslæknanum vísa, at eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár.

388 kanningar vórðu gjørdar, og allar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú 228.419 kanningar gjørdar, skrivar corona.fo

Tilsamans hava 658 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. 654 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum. Sostatt eru tríggir persónar smittaðir í løtuni.

Ein av teimum persónunum er smittaður við bretska koronufrábrigdinum. Hann kom til landið við flogfari sunnudagin. Tey, sum hava sitið nær við viðkomandi í flogfarinum, eru biðin um at kanna seg aftur í dag.

Les eisini: Talan er um bretska koronufrábrigdið

Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronusmitt upplýsa heilsumyndugleikar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder