Innanlands

Franskt ferðamannaskip borið við land á Tvøroyri

Skipið hevur ikki fingið stóran skaða og lekur heldur ikki, verður sagt av Tvøroyri

(Mynd: Rúni Thomsen)

(Mynd: Rúni Thomsen)

2023-05-30 13:51 Author image
Sverri Egholm
placeholder

130 metrar langa franska ferðamannaskipið Le Bellot bar við grótkastið við Delta Seafood, tá skipið skuldi leggja at bryggju á Tvøroyri fyrr í dag.

Midlar.fo hevur tosað við Tvøroyrar Havn, sum upplýsir, at skipið ikki hevur fingið stóran skaða og lekur ikki.

Nógvur vindur er á fjørðinum, og sleiparin Samson hjá Mest er á veg suður og skal hjálpa Le Bellot at leggja at.

Umleið 100 fólk eru umborð, veit midlar.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder