Uttanlands

Franskur ráðharri: Arbeiða við at skipa aðra flutningsleið

Kannað verður, um ukrainskar matvørur kunnu útflytast umvegis Pólland ella Rumenia í staðin fyri Svartahavið

Marc Fesneau, franskur ráðharri í landbúnaðarmálum (Mynd: EPA)

Marc Fesneau, franskur ráðharri í landbúnaðarmálum (Mynd: EPA)

2022-10-31 14:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú Russland hevur tikið seg úr kornavtaluni við Ukraina, arbeiðir Frakland við einari ætlan, sum skal gera tað møguligt hjá Ukraina at útflyta matvørur umvegis Pólland ella Rumenia í staðin fyri at flyta tær umvegis Svartahavið.

Tað sigur franski ráðharrin í landbúnaðarmálum, Marc Fesneau.

Hann sigur, at arbeitt verður við einari skipan, sum ikki skal leggja lagnu teirra í hendurnar á russiska forsetanum, Vladimir Putin.

– Vit kanna, um tað ikki ber til at útflyta umvegis Svartahavið, um tað í staðin kann útflytast landvegis (...) serliga verður hugt at leiðum gjøgnum Rumenia og Pólland, sigur hann sambært Reuters.

Tað var um vikuskiftið, at Russland tók seg úr kornavtaluni við Ukraina, ST og Turkaland. Grundgevingin hjá Russlandi var, at Ukraina skal hava lopið á fleiri skip, og kann landið tí ikki tryggja tey skipini, sum taka lut í avtaluni.

Nato og ST hava heitt á Russland um at endurnýggja avtaluna.

Les eisini: – Eiga ikki at brúka mat sum vápn


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder