Farið verður nú undir at fyrireika ólavsøkuskránna, og í hesum sambandi boðar Tórshavnar kommuna frá, at tey, sum hava ætlanir um at skipa fyri onkrum tiltaki í sambandi við ólavsøkuna, skulu boða frá í seinasta lagi 1. juli.
Tey, sum ætla at skipa fyri einum tiltaki innan ítrótt, undirhald, mentan ella líknandi kunnu boða kommununi frá við at útfylla eitt fráboðanarskjal á Vanganum. Tey, sum ikki fáa brúkt Vangan, kunnu taka fráboðanarskjalið niður á heimasíðuni hjá kommununi.
Eins og undanfarin ár, verða matskráir, smærri sølubásar á gøtuni, upplatingartíðir hjá handlum og tílík kunning ikki partur av ólavsøkuskránni, skrivar Tórshavnar kommuna.
Í gjár boðaði Tórshavnar kommuna frá at ólavsøkan verður í ár, hóast tað enn er ógreitt, hvussu koronastøðan verður til ta tíð, men kommunan fylgir við gongdini, verður sagt.
– Tórshavnar kommuna eygleiðir gongdina og skipar ólavsøkuna í samráð við Koronuráðgevingina. Er smittuvandin lítil, fáa vit væntandi eina rættiliga vanliga ólavsøku. Er smittustøðan hinvegin ringur, kann tað gerast neyðugt at tillaga og møguliga avlýsa partar av ólavsøkuni, skrivar kommunan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald