Fyri tveimum mánaðum síðani segði Bogi Bech Jensen upp sum rektari á Glasi. Síðani hevur Steinbjørn Hardlei røkt sessin sum fyribils rektari á stóra miðnámsskúlanum í høvuðsstaðnum.
Jákup Andreasen hevur síðani Fiskivinnuskúlin byrjaði í Vestmanna í 1989 verið stjóri har. Í dag eitur skúlin Miðnám í Vestmanna, og fyri einum stórum mánaði síðani gjørdist greitt, at Jákup Andresean gevst við ársskiftið.
Les meira: Miðnám í Vestmanna skal hava nýggjan stjóra
Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur søkt eftir rektarum til báðar skúlarnar at byrja 1. januar.
Førleikakrøvini og starvslýsingarnar líkjast, men tað er sjálvsagt, at nakað av muni er á størvunum.
Sí starvslýsingina til Rektara til Glasir her
Sí starvslýsingina til Rektara til Miðnám í Vestmanna her
Nakað av muni er á lønarviðurskiftinum. Lønin til ovasta sessin á Miðnámi í Vestmanna er í løtuni 46.291,68 krónur, umframt 15 prosent í eftirløn um mánaðin. Á Glasi er hon 59.368,03 krónur, umframt 15 % í eftirløn um mánaðin.
Innanlands
Freistin til at søkja rektarastørvini er sunnudagin
Glasir og Miðnám í Vestmanna skulu hava nýggjan rektara at byrja 1. januar
2019-11-05 14:33
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald