Mentan

Frí barr og disko í veitsluni hjá prinsinum

- Tað var fantastiskt at sleppa í føðingardagsveitslu hjá Christian prinsi, heldur Emma Bech Christiansen av Argjum, sum var millum tey innbodnu

Astrið Nanly Breckmann og Emma Bech Christiansen (Mynd: DR)

Astrið Nanly Breckmann og Emma Bech Christiansen (Mynd: DR)

2023-10-16 22:36 Author image
Sverri Egholm
placeholder

200 ung úr øllum kongaríkinum umframt onnur, sum skara framúr innan ítrótt og mentan, vóru í gjár boðin til 18 ára føðingardag á Christianborg slotti.

Fimm føroyingar vórðu til staðar, og ein teirra var Emma Bech Christiansen. Hon var væl nøgd við føðingardagin, tá Danmarks Radio hitti hana eftir veitsluna í gjár.

- Tað hevur verið heilt fantastiskt, og eg eri púra tikin av bóli, segði hon.

18 ára gamla argjadaman var tá troytt av at ganga í høghælaðu skógnum.

- Eg eri heilt ferdig nú. Klári ikki at ganga í hesum skógnum longur, segði hon brosandi.

- Tað var frí barr og disko, so tað minti eitt sindur um ein vanligan 18 ára føðingardag - bara fínari, sigur Emma Bech Christiansen við DR.

Vóru tey kongaligu eisini á dansigólvinum?

- Tað vóru tey faktiskt. Tey vóru rættiliga vill. Tað var stuttligt at síggja.

Umframt Emmu Bech Christiansen, vóru Andrias Garðsá, Elias Ellefsen á Skipagøtu, Andrias Haraldsson Blaasvær og Astrið Nanly Breckmann eisini í føðingardegi sunnudagin.

Les eisini: Christian prinsur boðin í Stakkin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder