Innanlands

Friðargonga í Havn komandi mikukvøld

Gongan hevur til endamáls at seta vápnahvíld og friðartilgongd á breddan heldur enn kríggj og dupping, sigur Henrik Weihe Joensen, sum skipar fyri friðargonguni

Tilvildarlig mynd frá mótmælistiltaki (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tilvildarlig mynd frá mótmælistiltaki (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-07-16 08:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Mikudagin 24. juli kl. 19 verður skipað fyri friðargongu í miðbýnum í Havn. Gongan byrjar uttan fyri Løgtingshúsið. Haðani verður gingið út á Tinganes og, umvegis Amtmansborgina, niðan aftur á Vaglið, har nøkur orð verða søgd og Rani Nolsøe spælir nøkur løg.

Stigtakari til friðargonguna er Henrik Weihe Joensen, løgfrøðingur og serfrøðingur í tilbúgving. Hann skrivar soleiðis í innbjóðingini:

Kríggini í Ukraina, Ísrael og Palestina halda áfram við ótálmaðari megi, og enn røkist einki fyri friði. Fleiri túsund sivilir borgarar og herfólk hava latið lív síðani kríggini byrjaðu.

ST hevur staðfest, at ógvusligu álopini frá krígsførandi pørtunum í bæði Ukraina og Miðeystri standa ikki mát við altjóða krígslóg. ST hevur samtykt á aðalfundum, at heita á partarnar um at semjast um eina alt fyri eitt vápnahvíld.

Friðargongan hevur sostatt til endamáls, at seta vápnahvíld og friðartilgongd á breddan heldur enn kríggj og vápnadubbing. Fyrireikingin hjá NATO av kjarnorkuvápnum sæst í hesum døgum eisini aftur á okkara leiðum.

Kríggj kunnu elva til fólkamorð, sum holocaust dagurin fyrr í ár áminti okkum um ikki má henda aftur.

Í friðargonguni vilja vit í felag, og í friði, vísa samkenslu við teimum líðandi í Ukraina, Palestina, Ísrael og øðrum londum, har yvirgangur og kríggj herja. Samtíðis vilja vit við friðargonguni gera løgting, landsstýrið og donsku stjórnina varug við týdningin av, at tey meira virksamt enn higartil stuðla vápnahvíld, vápnaavdubbing og friðartilgongdum í krígsraktu londunum.

Við vón um góða undirtøku í sambandi við friðargonguna 24. juli, har tað ikki er avgerandi, hvørja átrúnaðarliga og/ella politiska støðu hvør einstakur hevur til viðurskiftini í Ukraina og Miðeystri; men at vit við friðargonguni, í felag vísa á týdningin, at friðartilgongdir verða settar í verk skjótast gjørligt, soleiðis at fólkini í Ukraina, Ísrael og Palestina fáa loyvi til at liva í friði uttan kríggj.

Fólk eru vælkomin, at hava ljós við sær í sambandi við friðargonguna, har ljósið ímyndar eina vón um frið í teimum londum, har kríggj, yvirgangur og ófriður valdar:

Lív verður tikið fyri at varðveita vald,
men
hví verður vald ikki tikið fyri at varðveita lív?

Friður verður settur til síðis av yvirgangi og kríggi,
men
hví verða yvirgangur og kríggj ikki sett til síðis av friði?

Eru svørini,
at menniskjan virðir vald og kríggj hægri enn lív og frið?

[object Object]
Henrik Weihe Joensen, stigtakari

(Tekstur broyttur kl. 08.53 - tiltakið er í næstu viku)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder