Lítið av fólki var at síggja í býnum í nátt, sigur løgreglan í morgun, og hetta hevur eisini merkt, at løgreglan fekk eina heldur friðarliga nátt.
Tó mátti løgreglan leggja seg uppí stutt fyri klokkan fýra í nátt, tá ein maður var burturvístur frá einum skeinkistaði.
Enn veit løgreglan ikki rættiliga at siga, hvat er hent, men málið verður tikið upp aftur seinni, sigur vaktleiðarin á politistøðini, sum ikki vil útiloka, at talan kann blíva um eitt harðskapsmál.
Stutt eftir klokkan fýra, varð løgreglan boðsend, tá fleiri mans vóru farnir upp at toppast í miðbýnum í Havn. Tað eydnaðist løgregluni at fáa skilt partarnar at, og meira verður ikki gjørt við tað, verður upplýst.
Um klokkan hálvgum fimm í morgun, steðgagði løgreglan eisini einum bili í Suðurstreymi. Í bilinum sótu fleiri ung fólk.
Tað vísti seg, at tey ungu høvdu fingist við rúsevni, og fann løgreglan eisini ymsa útgerð at roykja hash við. Lagt verður afturat, at tað sást týðiliga, at útgerðin var brúkt. Hald varð lagt á útgerðina, og tvey av fólkunum vórðu skuldsett fyri brot á rúsevnislógina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald