Innanlands

Friðarlig nátt hóast skeinkistøðini høvdu longri opið

Skeinkistovurnar i lótu aftur á miðnátt, og fitt av fólki var í býnum í Havn. Á Sandoynni var ein var ein blóðroynd tikin, tí illgruni var um rúsdrekkakoyring

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-05-16 09:55 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Skeinkistovurnar í Havn lótu aftur á miðnátt, og eftir hetta savnaðust fitt av fólki í býnum í Havn, har tað tó gekk skjótt til býurin tømdist.

Eisini lótu skeinkistovurnar í norðurøkinum aftur á miðnátt, her var tó ikki so nógv fólk í býnum, sigur løgreglan.

Talan var um eina friðarliga nátt hjá løgregluni. Á Sandoynni var ein bilførari tikin, tí hann var undir illgruna fyri at koyra ávirkaður, og har var ein blóðroynd tikin. Løgreglan bíðar enn eftir úrslitinum av blóðroyndini.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder