Mentan

Friðarlig Tórsfest hjá løgregluni

Staðfest var tó, at tað í onkrum føri varð selt rúsdrekka til fólk undir 18 ár

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-07-23 09:09 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan hevði ikki nógv at gera í sambandi við stóru tónleikaveitsluna, Tórsfest, sum varð hildin í økinum kring Vágsbotn í gjárkvøldið og í nátt.

- Stemningurin var góður, nógv fólk til staðar, sera blandað – bæði ung og eldri. Men vit fingu ongar fráboðanir um nakað inni á økinum. Har vóru samarittar til staðar, sum tóku sær av teimum, sum kanska høvdu fingið ov nógv at drekka, og har vóru eisini vaktir, sum tóku sær av øllum øðrum, og tað tyktist at fungera væl, greiðir vaktleiðarin á løgreglustøðini frá.

Einasta málið viðvíkjandi Tórsfest var, at løgreglan á eftirlitsvitjan á økinum kundi staðfesta, at tað í skundinum og trokanini kom fyri, at tað ikki varð ansað eftir, hvønn tey seldu rúsandi drykkir til.

- Okkara fólk staðfestu í einum føri, at selt var til fólk undir 18 ár. Tað er ikki loyvt, og tí er eitt løgreglumál skrásett, sum skal viðgerast víðari. Okkara fólk tryggjaðu navn og upplýsingar um tey, ið keyptu, tey, ið seldu og tann, sum stendur fyri skeinkiloyvinum, og so arbeiða vit víðari við málinum.

- Hvørt talan kann vera um avleiðingar fyri tann, ið eigur skeinkiloyvi, er nakað sum loyvisnevndin nú sleppur at taka sær av, sigur vaktleiðarin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder