Innanlands

Frítíðarkort í Sjóvar kommunu: Eitt royndarár afturat

Allir borgarar í Sjóvar kommunu í aldrinum 6-18 ár fáa ella hava eitt frítíðarkort

2021-02-17 14:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í fjør bjóðaðu fleiri kommunur kring landið borgarum sínum í aldrinum 6-18 ár eitt frítíðarkort, sum kundi nýtast til at rinda fyri lima- og luttøkugjøld í samband við ítróttar- og frítíðarvirksemi.

Síðst í januar boðaði Nes kommuna frá, at skipanin við Frítíðarkortið heldur fram, og at tað komandi ár er galdandi fyri 0-18 ár.

Í Sjóvar kommunu verður eisini hildið fram - tó framvegis fyri borgarum í aldrinum 6-18 ár og framvegis sum ein royndartíð. 

Sjóvar kommuna skrivar, at skipanin kemur at virka eftir sama leisti í 2021 sum í 2020, og at skipanin heldur fram eftir royndartíðina.

- Allir borgarar í Sjóvar kommunu í tilskilaða aldri fáa ella hava eitt frítíðarkort. Kortini til nýggjastu brúkararnar av frítíðarkortinum eru send við postinum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder