Sjóvar kommuna skrivar, at í hesum døgum fáa børn og ung millum 6 og 18 ár í kommununi eitt frítíðarkort, ið kann nýtast til ítróttar-, mentanar- og frítíðartilboð.
Frítíðarkortið er ein frítíðarskipan, sum Runavíkar kommuna og Nes kommuna eisini hava sett í verk.
Sjóvar kommuna hevur í fíggjarætlanini fyri 2020 avsett 450.000 til hesa skipan. Kortið hevur eitt virði upp til kr. 2.000, ið kann nýtast til at rinda fyri lima- og luttøkugjald í samband við ítróttar- og frítíðarvirksemi. Ætlanin er, at tað skal stuðla undir, at fleiri børn og ung fara at luttaka í teimum ymisku frítíðartilboðunum. Eisini skal hetta vera ein fíggjarligur lætti hjá barnafamiljum.
Skipanin er galdandi í eitt kalendaraár og virkar fyrstu ferð frá 1. januar til 31. desember. Hetta fyrsta árið er sum ein royndarskipan, men tað verður helst hildið fram við hesum komandi ár.
Sjóvar kommuna skrivar, at ætlanin er, at skipanin fevnir um alt ítróttar- og frítíðarvirksemi og er ikki avmarkað til virksemi innan fyri kommunumark.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald