Mentan

Frits Johannesen í Gamla Seglhúsinum

Framsýningin, sum byrjar týsdagin 14. februar, er partur av Torradøgunum, sum eru 20. til 25. februar

2023-02-13 13:15 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Torradagarnir byrja tíðliga í ár. Týsdagin 14. februar 2023 letur upp listaframsýning í gamla Seglhúsinum við Frits Johannesen.

Fernisering verður týsdagin 14. februar kl. 16, og fer Dávur Winther, formaður í Norðoya Listafelag at røða. Eisini verður tónleikur á skránni og lættari ábit.

Torradagarnir, sum henda listaframsýning er partur av, byrja mánadagin 20. februar og halda fram til leygardagin 25. februar við drúgvari skrá.

Frits er hin glaði og litríki listamaðurin úr Fuglafirði – Hann er tað, tey kalla fjøllistamaður.

Frits teknar, málar, yrkir, ger løg, skipar fyri kórsangi, kórstevnum, listaframsýningum og so málar hann við orðum og savnar orð og heiti – kann hava djúpar og áhugaverdar hugleiðingar, kryddaðar við skemti um tað, sum fyriferst í nærumhvørvinum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder