2023-09-26 10:31
Fríggjadagin 29.september hevur Frits Johannesen listaframsýning í Gallarí Havnará.
Frits er bæði myndlistafólk og tónleikari. Tvey øki innan listina, sum hann meistarliga megnar at samantvinna, tí tónleikurin er nevniliga eitt afturvendandi tema í málningum hansara.
Hesa ferð hevur Frits 41 spildurnýggj verk, sum hann hevur málað til høvið. Til ferniseringina fara nakrar av kvinnunum, sum einaferð sungu við Fuglafjarða gentukórið at syngja. Somuleiðis verður eisini okkurt til góman.
Framsýningin letur upp kl. 16 fríggjadagin, og hongur uppi til sunnudagin 8. oktober.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald