Orsakað av støðuni í Føroyum í løtuni, kann vera torført hjá umsøkjarum at fáa til vega neyðugu skjølini, tí fyritøkur og stovnar ikki hava opið sum vanligt.
Av hesari orsøk hevur Fróðskaparsetrið gjørt av at útseta umsóknarfreistina til kvotu 2 til fríggjadagin 1. mai 2020 á midnátt. Hon skuldi annars vera nú beint eftir páskir.
Í kvotu 2 verður ein samlað meting gjørd av øllum skjalprógvaðu førleikunum hjá umsøkjarunum, í mun til kvotu 1, har einans verður hugt at miðalpróvtalinum í gymnasiala miðnámspróvnum. Tey, sum søkja gjøgnum kvotu 2, skulu saman við umsóknini leggja skjalprógv fyri førleikunum.
Stutt um kvotu 2 (Heimasíðan hjá Fróðskaparsetrinum)
Kvota 2 er ætlað umsøkjarum, ið ikki hava nóg høgt miðalpróvtal til at koma inn gjøgnum kvotu 1, umsøkjarum, ið ikki hava fult gymnasialt miðnámsprógv og umsøkjarum, ið hava miðnámsprógv, ið er lokið uttan fyri norðurlond. Í kvotu 2 verður ein samlað meting gjørd av øllum skjalprógvaðum førleikum. Upp til 30 prosent kunnu takast inn til útbúgvingarnar gjøgnum kvotu 2.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald