2023-02-24 15:55
Ein franskur skúlaflokkur úr Clairmont-Ferrang vitjar í Føroyum í løtuni. Tey komu við Norrønu til Føroyar. Talan er um 18 næmingar og tveir lærarar.
Næmingarnir eru um 15 ára aldur.
Tey búgva nakrar nætur í skúlanum á Giljanesi. Tey vitja ymsastaðni, eitt nú í løgtinginum, og nú seinnapartin vitjaðu tey á Ráðhúsinum, har borgarstjórin var vertur og Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri, hevði framløgu um Havnina fyri teimum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald