Uttanlands

Frystiboksir og kuldaskáp í evropeiskum matvøruhandlum rakt av teldusníkaálopi

Handlar í m.a. Svøríki, Belgia og Luksemborg eru raktir.

Starvsfólk burturbeina spiltar matvørur í svenskum matvøruhandli (Mynd: Johan Nilsson/TT/Ritzau Scanpix)

Starvsfólk burturbeina spiltar matvørur í svenskum matvøruhandli (Mynd: Johan Nilsson/TT/Ritzau Scanpix)

2026-11-02 12:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Frystiboksir og kuldaskáp í fleiri evropeiskum matvøruhandlum eru í dag raktir av teldusníkaálopi.

Í fleiri Ica- og Coop-handlum í Svøríki er hitin koyrdur upp á 50 stig, og maturin er spiltur.

Boðað verður frá líknandi álopum í m.a. Belgia og Luksemborg, har handlar hjá m.a. niðurlendsku handilsketuni Ahold Delhaize eru raktir. Handilsketan boðaði eisini frá teldusníkaálopi í oktober, skrivar Ritzau.

Í oktober vórðu hundraðtals matvøruhandlar í Fraklandi raktir av einum líknandi álopi. Har var tað ein skipan hjá donsku fyritøkuni Danfoss, sum varð álopin.

Hvussu nógvir handlar hava verið ávirkaðir, og hvør stendur aftanfyri, er ógreitt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder