2020-06-14 21:42
Tað gongur væl við arbeiðinum at gera vindmyllulund í Porkerishaganum. Tað skrivar Suðuroyarportalurin, sum hevur myndir av fundamentunum, sum nú taka skap.
Vegurin niðan til vindmyllurnar eru liðugur og nú er gongd komin á at stoypa fundamentini til tær sjey vindmyllurnar.
SEV hevur fingið loyvi at seta sjey vindmyllur upp í Porkerishaganum við einum samlaðum mátti upp á 6,3 MW.
Vindmyllurnar vera 45 metrar høgar, og hava eitt viengjabreiði, sum er 44 metrar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald