Fundast um málsøkjabýti í dag

Í vikuskiftinum hava flokkarnir viðgjørt teir síðstu snøklarnar, og eitt samgonguskjal er so at siga liðugt, og flokkarnir fundast í dag um býti av málsøkjum.

Spurdur um samgonguskjalið er liðugt svarar Aksel V. Johannesen

Spurdur um samgonguskjalið er liðugt svarar Aksel V. Johannesen "So at siga". (Mynd: Sverri Egholm)

2022-12-19 10:29 Author image
Jógvan Jákupsson
placeholder

Tað sær út til at ganga væl at skipa samgongu millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn.

Í vikuskiftinum hava flokkarnir fundast um teir síðstu smálutirnar í samgonguskjalinum. Fríggjakvøldið lá eitt uppskot til samgonguskjal klárt, og onkur av fólkunum skuldu í veitslu.

Leygardagin hugdu fólk eftir fótbóltsdysti, áðrenn farið varð ordiliga í gongd at fundast. Hann skuldi enda umleið klokkan 17, men dysturin skuldi avgerast og endaði við longdari spælitíð og brotssparkkapping og endaði ikki fyrr enn umleið klokkan 18.

Klokkan hálvgum tólv fóru fólk úr løgtinginum. Klokkan tíggju í morgun vóru tey saman aftur. Aksel V. Johannesen, samráðingarleiðari, sigur, at samgonguskjalið er so at siga liðugt.

Býti av málsøkjum millum flokkarnar er nú á skrá. Í morgin á middegi skal Aksel V. Johannesen boða Jógvan á Lakjuni, sum enn er løgtingsformaður, frá, um tað fer at eydnast honum at skipa samgongu ella ikki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder