Ein fløskupostur, sum tvær føroyskar smágentur fyri umleið 20 árum síðani tveittu á sjógv á veg til ella úr Svínoy, varð um vikuskiftið funnin á eini oydnari strond norðarlaga í Noregi.
Tá Monica-Kristine Pedersen og Arnt Vornes vóru ein túr úti á endanum á einum av nesunum, sum stingur út norð í hav á Langøya beint norðan fyri Lofoten, komu tey á eina plastfløsku við skrúvuproppi, har ein pappírslepi lá í.
Tey løgdu finningin út á Facebook fyri at frætta nærri hvat hetta brævið mundi snúgva seg um. Tey høvdu eina hóming av, at tað var skrivað á íslendskum ella føroyskum.
Við hjálp frá vinum og fleiri deilingum á Facebook eru tey nú komin fram á avsendararnar, systkinabørnini Irenu og Mariu, sum helst hava tveitt fløskuna á sjógv á ferð við Rituni um Svínoyarfjørð tá tær vóru smágentur.
Sambært tí, sum stendur skrivað á lepanum, var ongin onnur meining við brævinum enn at ynskja eini vinkonu í Árnafirði til lukku við føðingardegnum.
Men heilsan fann ikki vegin til Árnafjarðar, men fløskuposturin endaði norðalaga í Noregi, har hann varð funnin meira enn 20 ár seinni.
Í samskiftinum á Facebook framgongur eisini, at tær báðar, Irena Áarberg og Maria Sørensen, ikki rættiliga minnast í hvørjum sambandi fløskuposturin varð sleptur, tí tær ofta funnu upp á slíkt. Helst hevur hetta verið í 2001 ella 2002.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald