Innanlands

Funnu hassj í bili

Løgreglan gjørdi eitt rúsevnisátak í Havn í gjár. Ferðsluátak var eisini í høvuðsstaðnum, og har spurdust 12 mál burturúr

2020-02-28 10:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu tíðina hevur løgreglan gjørt málrættað ferðsluátøk kring landið.

Seinnapartin og í gjárkvøldið var eitt í Havn. Vakthavandi upplýsir, at 12 bilførarar fingu bót. Nakrir bilar høvdu feilir við lyktunum og við øðrum á bilinum – aðrir høvdu trupulleikar við koyrikortinum. Tveir høvdu eitt koyrikort, ið var útgingið.

Um somu tíð varð rúsevnisáták gjørt í høvuðsstaðnum. Í einum bili ið varð kannaður, fann løgreglan tað sum mett varð at vera 0,2 gramm av hassji umframt útgerð at nýta til rúsevni.

Tveir persónar vórðu skuldsettir í hesum sambandi – tað er ikki heilt greitt, hvør revsingin verður. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder