Innanlands

Funnu lodnu og gýtandi brisling í Tangafirði og Skálafirði

Týðandi vitan varð fingin á stuttum royndartúri við Magnusi Heinason

2020-04-09 10:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fiskifrøðingarnir á Havstovuni hava fingið nýggja vitan um bæði brisling og lodnu á føroysku firðunum eftir at rannsóknarskipið Magnus Heinason gjørdi stuttan kanningartúr á Tangafirði og Skálafjørðinum síðst í mars mánaði.

Endamálið við túrinum var at kanna hvar brislingurin er tíðliga um várið eftir at fiskiskapurin er liðugur og kanna nær hann gýtir.

Tað vísti seg, at brislingurin, ið var størri enn 9 sentimetrar var gýtandi, og sambært Havstovuni var hetta týðandi vitan hjá fiskifrøðingunum at fáa, tí vitanin er ikki stór um nær og hvar brislingurin gýtir undir Føroyum.

Av tí at nógvar hummararúsur standa í Tangafirði, var trupult hjá havrannsóknarfirðinum at gera royndarhál har, tí skákast skuldi millum rúsurnar. Tað eydnaðist teimum at gera eitt hál, men har slapst ikki heilt niður móti botni, har myndirnar á ekkóloddinum vístu, at brislingur stóð.

Betri gekk at trola á Skálafirði, framgongur av túrfrágreiðingini.

Sum nakað heilt serligt fekk Magnus Heinason eisini lodnu í trolið, bæði á Tangafirði og á Skálafjørðinum. Talan var um smáa lodnu, frá 3 til 11 sentimetrar.

Enn vite tey ikki hvaðani henda lodnan stavar, men mett verður at hon er undan gýting í ein landnyðring úr Íslandi, haðani yngul møguliga rekur henda vegin. Ætlanin er at gera ílegukanningar fyri at fáa nærri greiði á hesum.  

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder