Innanlands

Fylla 2,5 metrar út uttan fyri sølutorgið

Málið kemur til viðgerðar á býráðsfundi í kvøld

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-04-29 11:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyri at bøta um umstøðurnar kring sølustøðini í Vágsbotni í Havn, er nú ætlanin at skapa betri pláss við at fylla út uttan fyri sølutorgið.

Bryggjukanturin skal eftir ætlan breiðkast við hálvum triðja metri, einar 35 metrar, frá horninum og úteftir, skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu. Eisini verður gongubreytin vestureftir móti Skálatrøð breiðkað nakað, verður sagt.

Arbeiðið hevur verið boðið út, og lisitasjón var 19. apríl. Havnanenvdin mælti til at taka av tilboði frá Articon, sum kann gera arbeiðið fyri slakar 1,9 milliónir. Mælt verður til, at byrja arbeiðið 1. september.

Málið kemur fyri á býráðsfundi í kvøld.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder