Uttanlands

Fýra dreingir bjargaðir í dag

Tailendskir myndugleikar vátta, at fýra dreingir eru bjargaðir í dag

2018-07-09 14:50 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fyri løtu síðani byrjaðu útlendskir miðlar at skriva, at fýra dreingir eru bjargaðir úr hellinum í Tailandi í dag, og júst nú hava myndugleikarnir váttað hesum. Tilsamans vórðu 12 dreingir og venjari teirra innibyrgdir.

CNN skrivar, at teir fýra dreingirnir, sum vórðu bjargaðir í dag vóru í maskum tá teir vórðu bjargaðir út av kavarum, og fluttir yvir til eitt fyribils sjúkrahús, sum er nær við.

Eftir øllum at døma skulu dreingirnir hava hesar maskurnar á inntil teir koma til sjúkrahúsið, har teir fýra dreingirnir, sum vórðu bjargaðir í gjár, eru. Her lata serkøn so dreingjunum úr maskunum.

Enn fáa foreldrini ikki at vita hvørjir dreingir eru bjargaðir, og tey sleppa ikki at síggja teir. Hetta verður gjørt við virðing fyri foreldrunum at teimum dreingjunum, sum enn eru innibyrgdir.

Bjargingararbeiðið steðgar væntandi fyri í dag, nú klokkan er farin av midnátt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder